
Lesistovan stongd 12.november
Vegna serligar umstøður er lesistovan stongd í dag.Haldi okkum tilgóðar.
Endamálið við Tjóðskjalasavninum er at tryggja varðveiting av skjalatilfari, ið hevur varandi virði fyri samfelagið. Hetta fevnir um skjalatilfar, ið lýsir virksemið hjá almennum stovnum, rættarligar avgerðir, politiskar tilgongdir og mentanarliga menning Føroya.

Vegna serligar umstøður er lesistovan stongd í dag.Haldi okkum tilgóðar.

Allahalgannadag minnast vit tey, ið andaðist á sjónum. Summi minnast vit sjálvi. Vit minnast eitt andlit, eina rødd ella eina hending. Onnur kenna vit bara úr frásagnum, myndum og nøvnum. Og so eru tey, sum eingin livandi longur minnist.
Tó eru spor eftir teimum.
Eitt navn í einari kirkjubók. Eitt húski í einari fólkateljing. Ein ogn í einum skifti. Smá brot av einum mannalívi, sum varð livað fyri langari tíð síðan.
Í dag, allahalgannadag, venda vit okkum móti einum slíkum broti úr føroyskari søgu.

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957.
Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum.
Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.
Longri greinar frá ella um Tjóðskjalasavnið.