Skip to main content

Tíðindi

Kt-ráðgevi á Tjóðskjalasavninum

Hevur tú hug til at byggja upp og menna nýtt kt-umhvørvi?

So er eitt spennandi starv sum kt-ráðgevi á Tjóðskjalasavninum leyst at søkja nú.

Høvuðsuppgáva:
Høvuðsuppgávan er at menna og viðlíkahalda kt-verkstað og kt-goymslur og at samskipa arbeiðið í sambandi við varðveiting av kt-skipanum, sum almennir myndugleikar avhenda til Tjóðskjalasavnið. Aðrar uppgávur eru m.a. at virka sum ráðgevi/vegleiðari fyri kt-varðveitingartoymið á Tjóðskjalasavninum, og fyri almennar myndugleikar, í sambandi við góðkenning og avhending av kt-skipanum og kt-skjølum til Tjóðskjalasavnið.


Starvsuppgávurnar eru:
•    Skipa, menna og viðlíkahalda kt-verkstað og kt-goymslur.
•    Greina og seta tøknilig krøv til kt-skipanir og dátu-úrdráttir hjá myndugleikum.
•    Samskipa migrering og test av avhendaðum kt-skipanum.
•    Samskipa og menna tøkni í sambandi við atgeingi til avhendaðar kt-skipanir.
•    Samskifta um tøknilig viðurskifti við danska Ríkisskjalasavnið.
•    Fyribils at testa kt-avhendingar og seta tøknilig krøv til teirra.
•    Møguliga føroyska forrit til test, migrering og miðling.
•    Møguliga fremja/samskipa tøkniligar broytingar í ‘føroyska konceptinum’.
Førleikakrøv:
•    Kandidat/master í dátufrøði, kt-verkfrøði ella hava samsvarandi fakligar førleikar og royndir.
•    Tøkniligar førleikar til, royndir við og innlit í kt-arkitektur, kt-skipanir, relationellar dátugrunnar, SQL og XML.
Eginleikakrøv:
•    Duga at skipa sítt egna arbeiði.
•    Duga at arbeiða sjálvstøðugt.
•    Vera kreativur og duga at finna yvirskipaðar (alternativar) loysnir.
•    Hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni.
Tað er ein fyrimunur at hava royndir við, innlit í og vitan um talgilda fyrisiting (e-government). Og hóast ikki eitt krav, kann tað vera fyrimunur at hava vitan um almenna fyrisiting og samfelagsviðurskifti, og vitan um arbeiðið, sum Tjóðskjalasavnið ger.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Vit kunnu bjóða:
Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum í einum toymi, sum tekur sær av at samskipa og fremja varðveiting av talgildum skipanum og savnsskjølum hjá almennu Føroyum.

Byrjað verður hin 1. desember 2019 ella skjótast gjørligt.

Fleiri upplýsingar:
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Sámal Trónd Finnsson Johansen, stjóra, umvegis teldupost samaltrondurj@skjalasavn.fo ella telefon 340 530, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir:
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til
skjalasavn@skjalasavn.fo, ella
Tjóðskjalasavnið, V.U. Hammershaimbsgøta 18, FO-100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera Tjóðskjalasavninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 6. oktober 2019 kl. 18.
Tjóðskjalasavnið tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru til starvið. - Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarligar broytingar á økinum.


Ein hin størsta avbjóðing Tjóðskjalasavnsins komandi árini, verður at menna og viðlíkahalda talgilt verkstað og talgildar goymslur. Endamálið við verkstaði og goymslum er, at skipa fyri at kt-skipanir og kt-skjøl frá øllum tí almenna geiranum verða tøk hjá bæði myndugleikum og almenningi framyvir. Á kt-varðveitingareindin hjá Tjóðskjalasavninum arbeiða í løtuni 2 starvsfólk, og verður kt-ráðgevin tí triðja starvsfólki í kt-varðveitingareindini.

Back

Samband:

  • Tjóðskjalasavnið  
  • Faroese National Archives
  • V. U. Hammershaimbsgøta 18
  • FO-100 Tórshavn
  • Tel: +298 340 540
  • skjalasavn@skjalasavn.fo
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.
  •  
  • Lesistovan er opin:
  • Týsdag, mikudag og hósdag, kl. 13.00 - 16.00.