Royndarkanningar av skjalasavnsútgávum

 

Dátur og skjøl í almennum fyrisitingarligum kt-skipanum, ið skulu varðveitast fyri eftirtíðina, skulu avhendast til Tjóðskjalasavnið í eini skjalasavnsútgávu. Skjalasavnsútgávur skulu gerast eftir reglunum í kunngerð um kt-avhending av skjalasavnsútgávum til Tjóðskjalasavnið.

Í sambandi við móttøku nároynir Tjóðskjalasavnið allar skjalasavnsútgávur nágreiniliga fyri at tryggja, at dátur, bygnaður og skjalfesting er í samsvari við kunngerðina og ta ávísu avhendingarásetingina, ið er lýst um innihaldið av eini ávísari skipan.

Sí eisini Reglur og vegleiðingar.