Atgeingi til savnsskjøl

Eitt av høvuðsendamálunum hjá Tjóðskjalasavninum er at tryggja, at savnsskjølini eru tøk fyri almenningin.

Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll savnsskjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi.

Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum. 

Vanligu atgeingisfreistirnar eru: 

  1. Persónsmál 80 ár - savnsskjøl, sum t.d. innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum
  2. Vanlig savnsskjøl 30 ár 

Persónsmál kunnu til dømis vera kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.

Stovnurin, ið avhendar, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist, um serlig viðurskifti krevja tað.

Sí dømi um atgeingisfreistir.