Søk um atgeingi

Søkjast kann um at síggja savnsskjøl á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum, sum innihalda persónsupplýsingar, antin til granskingarendamál ella fyri at fáa upplýsingar um egin viðurskifti.

Søkjast skal á serligum umsóknarblaði, sum fæst frá stovninum og eisini liggur her á heimasíðuni. Tá ið støða verður tikin til, um umsøkjarar kunnu fáa loyvi til at síggja tílík savnsskjøl, verður hugt eftir endamálinum við umsóknini.

Somuleiðis verða treytir settar til eitt møguligt loyvi. Treytirnar eru t.d. at upplýsingar, sum eru í savnsskjølunum, ikki mugu berast víðari og at savnsskjølini ikki mugu almannakunngerast á ein slíkan hátt, at persónlig viðurskifti kunnu kennast aftur.

Samband:

Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar ið ikki eru umrøddir í vegleiðingini í høgra bredda, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing: