Varðveiting av kt-skipanum

 

Størsti parturin av almennum myndugleikum brúka í dag fulla talgilda málsviðgerð. Tjóðskjalasavnið virkar fyri at tryggja varðveiting av talgildum skjølum hjá myndugleikum, soleiðis at hesi skjøl kunnu verða tøk hjá almenninginum seinni.

Skjøl, ið eru talgild av uppruna, eru øðrvísi enn pappírsskjøl, við tað at tey ikki beinleiðis kunnu nýtast aftur uttan ein brúkar eitt serligt kt-forrit, umframt at tey eru varðveitt á miðlum, sum hava avmarkaða livitíð.

Talgild skjøl eru treytað av einum virknari varðveitingarátaki, enn neyðugt er við pappírsskjølum, um so er, at tey skulu kunna lesast og brúkast í framtíðini.

Telduforrit eru undirløgd tí tøkniligu menningini. 

Dátur, ið verða gjørdar við hjálp av einum telduforriti til at kunna lesast aftur, kunnu ikki altíð lesast og brúkast aftur við nýtslu av einum øðrum forriti ella bara eini nýggjari útgávu av sama forriti. 

Tjóðskjalasavnið hevur sum varðveitingarstrategi valt eina sokallaða migreringsstrategi, sum framyvir tryggjar varðveiting av tí talgilda mentanararvinum. Migreringsstrategiin setur serlig krøv til skjalafesting av skjølum. 

Ein kunnandi faldari kann takast niður her.

Samband:

Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú ynskir fleiri upplýsingar víðvíkjandi avhendan og varðveiting av kt-skipanum:

ella

  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: +298 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.