Skip to main content

Íslendskur handritafrøðingur sæð Kongsbókina

|   Tíðindi

Fyrr í vikuni var handritafrøðingurin Guðvaldur Már Gunnlaugsson, frá Árnastovninum í Reykjavík (Institute for Icelandic Studies), á stuttari vitjan á Tjóðskjalasavninum.

Endamálið við vitjanini var at hyggja nærri at Kongsbókini, í sambandi við komandi útgávu um føroyska málsøgu. Útgávan er ritstjórna av Hjalmari Petersen, professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Gúðvaldur Már hevði bert ein góðan tíma til sína kanning av Kongsbókini. Hann helt, at Kongsbókin var í rímiligum standi og at tað lá væl hjá Tjóðskjalasavninum. Tó metti hann, at tað hevði verið gott at fingið handritið kannað nærri av einum konservator, við betri amboðum, og at tað í tí sambandi kundi verið gjørdar ábøtur á handritið.

 

Back
Guðvaldur Már Gunnlaugsson kannar Kongsbókina á lesistovu Tjóðskjalasavnsins.
Guðvaldur Már Gunnlaugsson kannar Kongsbókina á lesistovu Tjóðskjalasavnsins.
Her verður blaða uppá opnu við Hundabrævinum skrivaðum á.
Her verður blaða uppá opnu við Hundabrævinum skrivaðum á.
M.a. varð kannað hvussu Kongsbókin er bundin inn
M.a. varð kannað hvussu Kongsbókin er bundin inn
Kongsbókin inniheldur fleiri skjøl (handrit), m.a. Seyðabrævið, sum vit her síggja fyrstu opnu av.
Kongsbókin inniheldur fleiri skjøl (handrit), m.a. Seyðabrævið, sum vit her síggja fyrstu opnu av.