Skip to main content

Miðnám á Kambsdali á vitjan

|   Tíðindi

Í dag hevur Tjóðskjalasavnið havt vitjan av 3.g-næmingum frá hugvísindabreytini á Kambsdali. Lærarar vóru Joan Mohr og Páll Isholm. Fyri Tjóðskjalasavnið vóru Helena og Sámal Tróndur, ið greiddu frá. Fyrst fingu næmingarnir eitt sindur at vita um virksemi Tjóðskjalasavnsins. Síðani fingu tey loyvi at hyggja nærri at úrvaldum skjølum, og til endans fingu tey eina stutta rundvísing á nærgoymslu stovnsins.

Í framløgunum varð dentur lagdur á, at Tjóðskjalasavnið í stóran mun varðveitir persónupplýsingar, tvs. varðveitir tað sum sigur nakað serligt um hvønn einstakan av okkum. Eitt úrslit av hesum er, at tey skjøl, sum finnast á goymslum stovnsins, ofta siga meira um hvat skilir okkum frá hvørjum øðrum, heldur enn hvat í bindir okkum saman, t.d. sum bólkur. Tí er heldur ikki so einfalt at siga frammanundan hvat hevur meira týdning enn annað at varðveita fyri framtíðina.

Skjølini næmingarnir sóu vóru m.a. vártingsbøkur frá fyrst í 1700-talinum, ljósmóðurbøkur frá síðst í 1800-talinum, gerðabøkur løgtingsins tíðini beint eftir fólkaatkvøðuna í 1946 og skeyti- og pantibøkur frá seinnu helvt av 20. øld. – Eisini fingu næmingarnir loyvið at síggja frágreiðingarnar hjá Jens Christian Svabo frá kanningum hansara í Føroyum í 1781-82, og sokallaðu Kongsbókina, m.a. við Seyðabrævinum frá 1298.

Back
Framløga á lesistovuni
Áhugaðir næmingar lurtað
Eisini lærarir hildu tað vera áhugavert
Helena vísir litroyndir í Svabosa frágreiðingum
Lisið verður úr ljósmóðurbókum, og úr skeyti- og pantibókum
Svabosa frágreiðingar 1781-82 og Seyðabrævið 1298 verða kannaði
Hugt verður at gerðabók løgtingsins 1946, har løgtingið samtykkir at staðfesta úrslitið av fólkaatkvøðuni
Vártingsbók og kongsbók verða kannað