Skip to main content

Tjóðskjalasavnið 90 ár

|   Tíðindi

Hin 4. oktober hevði Tjóðskjalasavnið 90 ára føðingardag.

Hin 4. oktober hevði Tjóðskjalasavnið 90 ára føðingardag. Hetta bleiv hátíðarhildið við móttøku í Müllers Pakkhúsi í Havn. Røður vórðu hildnar og sangbólkurin Sway undirhelt.

Fyrsta heilsanin kom frá Beintu Løwe Jacobsen, forkvinnu í Mentanarnevnd Løgtingsins. Hon vísti á, hvønn týdning tað hevði at varðveita skjøl, bæði fyri Føroyar sum tjóð og fyri hin einstaka, sum ynskir at finna viðkomandi upplýsingar, nakað sum hon sjálv hevur royndir við.

Síðani kom borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen við eini heilsan. Hann hugleiddi m.a. um, hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita søgu okkara. Samstundis vísti hann á at tað er viðkomandi at viðgera tær avbjóðingar, sum í hesum døgum eru í sambandi við at varðveita (viðkvæmar) persónupplýsingar.

Jan Rasmussen, Phd og serlækni í hjartasjúkum, hugleiddi um týdningin av at langtíðarvarðveita heilsudáta, við viðkvæmum persónupplýsingum. Hann vísti á, at summi lond eru so skjót at strika viðkvæmt heilsudáta, at tað í longdini fer at avmarkað møguleikarnar fyri at menna teirra heilsugransking.

Síðani greiddi Jan frá, hvussu hann í síni egnu gransking, grunda á eldri sjúklingajournalir, hjá (ungum) deyðum fólki, hevði fingið betri innlit í sjúkuna CTD, og hvussu hendan gransking hevur betra um viðgerðina av fólk við hesi sjúku.

Móttøkan endaði við at fólk vitjaðu framsýningina ‘Brot úr heilsusøgu Føroya’, sum eisini er í Müllers Pakkhúsi.

Back