Hetta er 7. árið, at Altjóða Skjalasavnsvika - ið verður samskipað av ICA, ið stendur fyri International Council on Archives, verður fyriskipað, við luttøku av skjalasøvnum um allan heimin.
Í samrøðuni luttaka Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri og tjóðskjalavørður á Tjóðskjalasavninum, Birita Jacobsen, samskiftisfólk, og Helena Fríða Sivarsdóttir Lassen, skjalahjálpari. Eitt nú verður komi inn á endamálið við skjalasavnsvikuni, týdningin av einari viku sum hesari, og avbjóðingina hjá skjalasøvnum í einum talgildum heimi.
Samrøðan kann hoyrast á heimsíðuni hjá Kringvarpinum, við at trýsta her.