Skip to main content

Skjøl í meira enn 93 ár

|   Tíðindi

Fyri umleið 93 árum síðani, varð Tjóðskjalasavnið sett á stovn, undir heitinum ‘Færø Amts Arkiv’.

Upprunaliga varðveittu myndugleikar í Føroyum sjálvir egin skjøl. Í 1859 fingu tríggir teir elstu myndugleikarnir í Føroyum, Fútin, Sorinskrivarin og Kongaligi Handilin eina felags goymslu. Hetta var á loftinum hjá Fútanum, í Leigubúðini úti í Tinganesi. Síðst í 1800-talinum, varð tó mett tryggast at flyta skjølini á danska Ríkisskjalasavnið í Keypmannahavn at varðveita, og tí vórðu skjølini flutt hagar.

Ein samanrenning av áhuga í Føroyum og vælvild úr Danmark, hevði við sær, at stórur partur av nevndu skjølum komu aftur til Føroya. Í 1932 varð ‘Færø Amts Arkiv’ so sett á stovn, og fekk til húsa í grótbygninginum á Rossatrønni, har fyrisitingin hjá Fróðskaparsetrinum heldur til í dag. At byrja við, vóru settar av hillar til umleið 350 metrar av skjølum, sum skjótt vísti seg ikki at vera nokk.

Í 1952 varð virksemið stovnsins yvirtikið sum sermál og stovnurin skipaður undir navninum Føroya Landsskjalasavn. So hvørt sum fyrisitingin í Føroyum vaks og avhendingar komu inn, gjørdist uppgávan bæði størri og fløktari. Tí flutti stovnurin mitt í 1970-árunum úr grótbygninginum á Rossatrønni, til meira tíðarhóskandi høli á Debesartrøð.

Í 1990 varð ein donsk-føroysk avtala gjørd, ið álegði ríkisstovnum í Føroyum at avhenda skjøl síni til Landsskjalasavnið. Í 1992 var skjalasavnslóg sett í gildi, sum álegði føroyskum myndugleikum skrásetingar- og avhendingarskyldu, og Landsskjalasavninum ráðgevingar- og eftirlitsmyndugleika á økinum. Samstundis vórðu eisini ásettar reglur fyri atgeingi, fyri at tryggja móti misnýtslu av upplýsingum í skjølunum. Nú setti skjalasavnið krøvini, og myndugleikarnir skuldu akta boð.

Frá 2005 fór Landsskjalasavnið undir skipað eftirlit, og tey næstu 10 árini vitjaði stovnurin umleið 250 myndugleikar. Tí fekk stovnurin betri innlit í støðuna hjá myndugleikum, og tí fingu (føroysku) myndugleikarnir eisini nógv betri innlit í týdningin av skjalasavnsvirkseminum. Arbeiðið skjalasavnsins við at langtíðarvarðveita skjøl og skipanir, byrjaði tí ikki longur við avhending, men langt áðrenn, meðan myndugleikarnir enn høvdu tilfarið um hendi.

Í 2018, varð lógin um skjalasøvn enn einaferð broytt, hesaferð við serligum atliti til varðveiting av talgildum skjalatilfari. Sama ár broytti stovnurin navn til Tjóðskjalasavnið.

Á goymslum Tjóðskjalasavnsins finnast t.d. brøv, fundarbøkur, journalir, myndir, filmar, video og ljóð. Talan er um bæði analogt og talgilt tilfar. Í dag fylla analog skjøl (serliga pappír) gott 7 hillakilometrar, hóast tað enn vantar minst líka nógv analogt tilfar úti í samfelagnum at verða avhent. Eisini tað talgilda tilfar er vorðið umfatandi. Síðani Tjóðskjalasavnið í 2017 fór at taka ímóti talgildum tilfari til langtíðarvarðveiting, hevur stovnurin fingið umleið 60 talgildar avhendingar. Enn fyllir hetta tilfar sløk 20 Terabyte (TB), men vantandi fer hetta at vaksa eksponentielt komandi tíðina. T.d. kann nevnast at ein avhending, sum í løtuni er á veg, einsamøll fyllir nærum 10 TB.

Tjóðskjalasavnið hevur nú virkað í 93 ár. Langtíðarvarðveiting av skjølum í Føroyum hevur tó nógv fleiri ár á baki. Hóast orðið ‘varðveiting’ í sær sjálvum merkir tað sama sum áður, so er virksemið, sum er knýtt at hesum fyribrigdi, nógv broytt. So hvørt sum samfelagið umskapast, broytist innihaldið av fyribrigdinum varðveiting, og harvið eisini krøvini til førleikar, infrakervi og arbeiðsháttir á Tjóðskjalasavninum. So hóast endamálið er tað sama, so eru uppgávurnar heilt øðrvísi.

 


Altjóða Skjalasavnsvika 2025 #ASV2025

9.-13. juni 2025, er altjóða skjalasavnsvika. Við yvirskriftini ''Visti tú at..'' varpar Tjóðskjalasavnið ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki hvussu tey kunnu gera brúk av nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða.

Les meiri um Altjóða Skjalasavnsvikuna her.

 

Back