Fráboðan um talgilding av pappírsskjølum

 

Myndugleikar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá talgildisverkætlanum. Um tit ætla at talgilda pappírsskjøl, og síðani at burturbeina skjølini, skulu tit boða Tjóðskjalasavninum frá hesum.

Tú kanst boða Tjóðskjalasavninum frá um tykkara skanning og talgilding við at útfylla fráboðanaroyðublaðið.

Les meiri um talgilding av skjølum her.

Tjóðskjalasavnið kann gera skanningaruppgávuna fyri myndugleikan ímóti samsýning.

Samband:

Eru tit í iva, um skjølini hava varðveitingarvirðið (t.v.s. um tey einaferð skulu avhendast Tjóðskjalasavninum), ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:

  • Tjóðskjalasavnið ­
  • Tel: +298 340 540 
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.

 

Skannarin

Skjølini verða skannað eftir góðkendum TIFF-sniði, ið er góðkent snið til langtíðarvarðveiting.